Barnaansingin og eldraøkið loysast undir einumloysast undir einum

Best hevði verið, um játtanin til barnaansing á fíggjarlógini varð standandi til eldraøkið eisini er loyst, soleiðis at ein fíggjarlig loysn fæst á báðum økjum í senn

Tað er fallið býráðs- og onkrum løgtingslimum í Havn fyri bróstið, at eg havi dittað mær at tikið undir við einum tilmæli um at geva kommunum fulla ábyrgd og fullan avgerðarrætt á barna-ansingarøkinum.

Soleiðis sum kommununevndin eisini hevur mælt til í sínum áliti, ið handað varð løgmanni í fjørheyst. Og soleiðis sum ikki minst Tórshavnar kommuna í áravís dúgliga hevur stríðst og talað fyri.

Men nú fíggjarligu avleiðingarnar av hesum vísa, at summar kommunur fáa eina minniútreiðslu og aðrar eina meirútreiðslu, hevur pípan fingið annað ljóð.

Hetta er - við fyrstu eygnabrá - kanska ikki so løgið, tí fyri Tórshavnar kommunu er talan um eina meirútreiðslu uppá 15 miljónir krónur.

Men líkt er til, at hetta er prísurin fyri, at kommunan kann fáa bæði ábyrgdina og avgerðarrættin á hesum økinum, uttan millum kommunala javning.

Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at kommunan tíbetur er somikið væl fyri í dag, at hon um neyðugt er før fyri at átaka sær hesa meirútreiðslu, uttan at neyðugt samstundis verður at krevja meira skatt inn frá borgarunum.


Nei til blokkstuðul

Arbeiðsbólkurin, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, setti at arbeiða við barnaansingarøkinum, sigur í áliti sínum, at hann hevur lagt stóran dent á, at ábyrgdin og avgerðarrætturin á hesum økinum fylgist at.

Og at uppgávurnar, sum verða fluttar frá landinum til kommunurnar, ikki skulu kompenserast við blokkstuðuli, men heldur við javning um lands- og kommunuskattin.

Soleiðis sum eitt nú Ingi Mohr sigur seg vera talsmann fyri!

Sjálvur sigur arbeiðsbólkurin soleiðis í niðurstøðu sínari:

»Tá ið inntøkan hjá landskassanum av almannaútreiðslunum, sum kommurnar krevja inn í løtuni, samsvarar nøkulunda við útreiðslurnar hjá landskassanum til barnaansing, verður mælt til at avtaka lógina um býtið av almannaútreiðslunum og geva kommununum alla ábyrgdina av barnaansingini«.

Hetta ber við øðrum orðum í sær, at kommunurnar ikki longur álíkna landsskatt, ið skal avroknast millum báðar partar, og fyrisitingin á hesum øki kann sostatt verða spard.

Sambært hesum verður barnaansingin sostatt bæði fíggjarliga og umsitingarliga kommunal - og ikki ein útreiðsla bæði landsins fíggjarlóg og fíggjarætlanini hjá kommunum.

Hetta er sama skipan, ið er galdandi í Íslandi.

Í Danmark fáa kommunurnar blokkstuðul í staðin, men donsku kommunurnar siga seg hava ringar royndir av hesi skipan.

Tá samráðingar eru millum stjórnina og kommunurnar um upphæddina á blokkinum, verður blokkurin ofta skorin, samstundis sum álagt verður kommununum at finna inntøkur aðrastaðni.

Fryktandi er fyri, at hetta eisini verður gongdin her, um vit velja blokk framum uppskotnu loysnina.


Eldraøkið takast við

Men henda loysnin ber altso í sær eina minniútreiðslu fyri summar kommunur og eina meirútreiðslu fyri aðrar, eitt nú Tórshavnar kommunu, á barnaansingarøkinum.

Hinvegin er líkt til, at tað øvugta verður galdandi, um eldraøkið eisini verður kommunalt burturav, tí lutfalsliga færri eldri fólk búgva her enn í hinum kommununum.

Og av tí at arbeiðsbólkurin hevur tengt yvirtøkuna av barnaansingini saman við parti av eldraøkinum (t.d. ellis- og røktarheiminum), er semja í býráðnum í Havn um, at hesi bæði málsøki eiga at verða flutt til kommunurnar undir einum.

Helena Dam á Neystabø eigur tí at fylgja tilmælinum frá arbeiðsbólkinum um at seta ein annan arbeiðsbólk (kanska tann sama) at arbeiða við eldraøkinum beinanvegin.

Míni ráð til hana skulu samstundis vera at varðveita játtanina til barnaansing á fíggjarlógini til eldraøkið eisini er loyst, soleiðis at ein fíggjarlig loysn fæst á báðum økjum í senn.


Viðmerking til IM og LLP


Í viðmerkingum í bløðunum týsdagin vóru Lisbeth L. Petersen og Ingi Mohr ikki sørt fortørnaði um, at eg glaðbeintur skal hava sagt í eini blaðsamrøðu, at »Vit gjalda fegin« (fyri at fáa fulla ábyrgd og avgerðarrætt á barnaansingarøkinum), tí tey mettu meg ikki at hava undirtøku fyri hesum úttalilsinum millum býráðslimir.

Til hetta er bert at siga, at hatta er ikki míni orð, men blaðsins. Heldur ikki minnist eg meg at hava tikið upp á tunguna, at tað er »órímuligt at bygdafólk skulu gjalda fyri barnaansingina í Havn«. Hetta er somuleiðis blaðsins niðurstøða.

Fyri rættvísins skyld skal tó sigast, at eg kortini ikki hevði verið heilt ósamdur við hesi niðurstøðu, um bara skoytt hevði verið uppí aftrat, at havnarfólk heldur ikki skulu gjalda fyri barnaanssingina aðrastaðni í landinum.

Skuldsetingarnar hjá Inga Mohr um fíggjarligt ábyrgdarloysi taki eg mær ikki tykni av, tí tær eru sjálvandi púra burturvið, og tað veit Ingi Mohr eisini fullvæl.

Loyvi mær í hesum sambandi - í vanligum lítillætni - at vísa á fíggjarligu úrslitini hjá kommununi hesi seinastu árini, tí tey munnu tala fyri seg!

Annars haldi eg tað vera sera óloyalt og átaluvert, at Ingi Mohr ongantíð kann gera almennar viðmerkingar til nakað, uttan at leggja eftir fyrisitingini hjá kommununi og serliga býráðsskrivaranum. Tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður!

Fyrisitingin hevur mær vitandi altíð verið loyal mótvegis býráðnum og ikki minst býráðsformanninum, og tað eigur hon tøkk uppiborna fyri.

Heldur ikki dugi eg at skilja atfinningar Inga Mohrs ímóti KSF (Kommunusamskipan Føroya), sum Tórshavnar býráð hevur verið við til at sett á stovn sum júst hevur sama stavnhald sum vit: at virka fyri øktum kommunalum sjálvræði.

Og at hetta ikki bert eru orð, hava vit longu fingið fleiri dømi um.


Samstarv framum

klandur

Nei, betur var um vit ístaðin fyri hetta evindaliga klandrið og stríðið, ið hevur sermerkt og verið kommunala arbeiðnum til ampa í alt ov stóran mun, eggjaðu hvønnannan til heldur at fara undir eitt sunt, miðvíst og mennandi samstarv á kommunala økinum í Føroyum.

Samstarv er jú lykilin til allan framburð, og tað átti serliga tú at lagt tær í geyma, harra Ingi Mohr.

Viðvíkjandi Lisbeth L. Petersen, so lesi eg viðmerking hennara soleiðis: At hon metir álitið hjá arbeiðsbólkinum sum eina heila loysn, men at hon ikki trýr uppá og hevur álit á, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar, um hetta ikki verður gjørt saman við útleggingini av barnaansingarøkinum.

Úrslitið verður tí eftir hennara meting bert ein hálv loysn.

Eg má siga, at eg skilji væl ótta hennara, og tí skal vón mín vera, at landsstýrið tekur hetta til eftirtektar saman við ráðum mínum omanfyri, soleiðis at vit í felag kunnu fáa eina loysn á barnaansingar- og eldraøkinum sum skjótast.

Vinarliga

Leivur Hansen

borgarstjóri