Barnakórstevna verður í Læraraskúlahøllini í dag

Í dag skipar Føroya Sanglærarafelag fyri kórstevnu fyri børn ffá 3. til 7. flokk. 230 børn luttaka

Í dag skipar Føroya Sanglærarafelag fyri stórari barnakórstevnu í Læraraskúlahøllini. Eini 230 børn úr 3. til 7. flokki úr 8 ymiskum skúlum í Føroyum venja saman føroyskar barnasangir.

Skúlarnir, sum eru umboðaðir, eru Fuglafjørður, Leirvík, Toftir, Hósvík, Kollafjørður, Kvívík, Vestmanna og Tórshavnar Kommunuskúli.

Hetta er á fyrsta sinni, at skipað verður fyri tílíkari sangstevnu, og er hugsanin, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak.

Tiltakið er ein roynd at fáa lív í sang/kórsang í skúlunum kring landið.

Dagurin verður skipaður við felagsvenjingum, sum ymiskir sanglærarar standa fyri og endar við eini konsert kl. 16.00.

Eitt orkestur mannað við læraraskúlanæmingum spælir undir.

Fyrireikararnir og børnini høvdu verið fegin, um nógv foreldur og onnur áhugað komu at lurta.

Mjólkarvirki Búnaðarmanna stuðlar stevnuni, sigur Føroya Sanglærarafelag.