Fyri nøkrum vikum síðani vóru nakrir av mest garvaðu tónleikarum í Føroyum í Studio Bloch og spældu sang inn fyri Barnabata. Talan er um sangin Øll børn hava rætt, eftir Kim Larsen.
Sangin hevur Terji Rasmussen føroyska í samband við eitt SSP tiltak í Nólsoy, har dentur var lagdur á mannarættindi. Tað eru Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, Terji Rasmussen og Jón McBirnie sum saman við barnakórinum Dropar, syngja og spæla.
angurin verður frumframførdur í Reinsarínum á Altjóða Barnarættindadegnum 20. november í samband við at ST barnarættindasáttmálin hevur føðingardag. Tiltakið byrjar kl. 16.30 og endar kl. 18.30. Tiltakið er ókeypis, eins og sangurin, ið frítt kann takast niður av heimasíðuni hjá Barnabata.
Á skránni verða :
Kúllanir
Super Kids
Ung Stjørnuskot
Dropar
Eyðun, Kim, Terji, Jón & Dropar framføra Øll børn hava rætt.