Heri Mohr
---
Í greinini Barometrið og Termometrið varð asnasparkið, løgmansstjórin fekk frá chefideologinum í loysingarrørsluni, umrøtt. Hendan gerðin má í sjálvum sær haldast at hava lítið við vanligan, góðan fólkasið at gera og hvaðna minni at hava røtur í føroyskari mentan. Og var tað ikki júst hetta rákið, ið tók seg upp fyri skjótt fjórðings øld síðani, og sum rættiliga kom til sjóndar í 1998-2003? Ein sannur øsingarpolitikkur við ósannindum og villleiðingum. Ein politikkur, sum ikki sampakkar við vanliga fatan av demokratii.
Í 1999 gav landsstýrið út bókina ”Hvítabók”. Nú ellivu ár eru liðin, er tað áhugavert at lesa hesa bók, kanska serliga brotini Støðuginntøka og ein Búskapargrunnur (síðu 146-149). Ynskidreymar, sum minna okkum ikki sørt um søguna hjá H. C. Andersen: Konan við eggjunum og hønuni. Og árið eftir gav landsstýrið út bóklingin ”Frá heimastýri til fullveldi.” Hann kom í hvørt heim. Veruleikafjarur við frágreiðing um, hví og hvussu landskassin hevði ikki brúk fyri blokkinum, og at hann tessvegna skuldi samansparast til ella um búskapurin ”verður fyri afturgongd.” Hetta postulatið um landskassans inntøkur og útreiðslur má haldast at vera so ósatt og veruleikafjart, – í dag er tað syndarliga prógvað –, at tað ongantíð átti at verið tikið í fullum álvara.
Tvey ár seinri byrjaði sama landsstýri, sum skuldi samanspara almennan pening, bókstaviliga at tveita almennan pening fyri borð, og hesin ørskapur hevur staðið við ár um ár nú á níggjunda ári. Hvussu í allari víðu verð skal okkara lóggávuting kunna virka optimalt fyri samfelagið og fólkið undir slíkum umstøðum?
Orðini , ”tey vita ikki, hvat tey gera”, er eingin uggi.
Tjóðskaparliga vekingin fyri 120 árum síðani, sum kveikti nýtt og dýrabart lív og kenslur í ta føroysku fólkasálina, varð inngangurin til okkara gulløld. Tað námið gav okkum ómetaliga nógv. Men vandi er í hvørjari vælferð. Politikkur fekk heimarætt í ”føroyskari mentan”. Nógv broyttist. Eisini tað annars so óspilta sinnalagið. Barnsligt sjálvrós, sjálvgleði, øvund og idiotisk nalvaskoðan hava sett og seta áhaldandi djúp og greflig spor. Tað tykist, sum føroyingar eru vorðnir avskildraðir í básar: Tey (há)mentaðu. Rættir føroyingar (politiskt frelstir). Og – hini. Mentalt liva vit veruliga í kafkanskum terrori. Franz Kafka (1883-1924) skrivaði skaldsøgur um ta sálarligu týningina, um processina, í einum ”framkomnum” samfelagi.
Ein smøl, men djúp gjógv er uppstaðin. Øðrumegin gjónna eru tey (há)mentaðu og rættir føroyingar, og hinumegin ”hini”. Vit ímynda okkum Don Quijote við langspjóti á hestbaki og Sancho Panza, landshøvdingur á Barataria, við Dulcineu undir liðini skoðandi yvir gjónna.
Við yvirtøkum av ymiskum málsøkjum (skúlaverkið v.m.) fekk løgtingið nógvar stórar bygningar ókeypis frá ríkisstjórnini. Hesir bygningar, ið allir verða brúktir til upprunalig endamál, eru ikki skrásettir í landskassans ársroknskapum, hvør orsøkin so kann vera. Man tað vera so galið, at løgtingið hevur ”gloymt” at játta pening til gjaldið fyri tinglesing av eigararskiftunum av hesum mongu ognum? Og nær er Føroya fólk kunnað um hesar stórfingnu gávur? Og nær hevur løgtingið takkað Føroya fólks vegna fyri gávurnar? Og hvar eru fjølmiðlarnir í øllum hesum? Snorksova okkara journalistar?
Tað er eitt mentalt fyribrigdi at kreppa tærnar. Rættiliga álvarsligt gerst hetta, tá ið tað rámar eitt heilt fólk!
Spurningarnir eru legio á øllum økjum. Eitt nú: Fyrikemur málslig og politisk indoktrinering í føroyskum skúlum? Og hvat skilja vit við indoktrinering? Hvat vísir tað mentala termometrið í skúlunum? (Hetta ljóðar sum ein skrivlig uppgáva til próvtøku í 3.g.)
Í 1947 skrivaði tann háttvirdi amerikanski uttanríkisráðharrin James F. Burnes (1881-1972) sínar endurminningar Speaking Frankly (Eg tosi satt). Í innganginum til endurminningarnar endurgevur hann nøkur orð hjá Abraham Lincoln: ”Um vit vistu, hvar vit eru, og hvørja leið gongdin ber, kunnu vit betur avgera, hvat vit skulu gera, og hvussu vit skulu gera.”
Í tí politiska mjørkanum, sum í løtuni tykist at gera gongulagið trilvandi, er tað umráðandi, at okkara politiska fyrisiting hevur grundleggjandi eginleikar, sum tryggja demokratiið og trivnaðin hjá tí einstaka borgaranum í okkara lítla samfelag. Eginleikir fram um allar eru: (1) Sannføring í hásæti, tí lygn og villleiðing er av tí ónda og ger lívið til eina marru. (2) Vanligt vit og skil. (3)Politikarar í meginfyrisitingini við løgmannni og landsstýrisfólkum mugu vera virðilig umboð Føroya fólks bæði úti og heima.(4) Karakterstyrki og vilji eru sjálvsagdir eginleikar. (5)Loyalitetur í meginfyrisitingini, líka mikið hvussu landsstýrið er samansett.
Løgmaður hevur prógvað, at allir góðir eginleikar hava heimarætt í Tinganesi. Tessvegna er tað rímiligt at halda, at verandi manning er før fyri at loysa vandamál og tryggja skúlaverkinum. heilsuverkinum og almannaverkinum góðar umstøður til tess, at ung og gomul og sjúk og brekað fáa trygg livikor í Føroyum.
Uttan óneyðugt kjak og klandur mugu løgmaður og hansara manning spyrja sum Abraham Lincoln:
Hvar – hvørja – hvat – hvussu? Og virka har útfrá.
Tað ber til. Tað skal bera til, tí omanfyri nevndu eginleikar hava, sum nú er, góðar umstøður. Og verulig føroysk mentan er aftur sloppin til háborðs.