Umvælingin av strandfaraskipinum Barsskor er nú við at verða liðug, og Strandaferðslan roknar við, at Barsskor fer aftur í sigling í næstu viku.
Seinastu vikurnar hevur Súlan loyst av í siglingini millum Klaksvík og Kalsoynna, og hendan avloysarauppgávan gjørdist drúgvari enn ætla.
Strandferðslan hevði vónað, at Barsskor kundi fara aftur í sigling fyrst í januar mánaði, men umvælingarnar gjørdust eitt sindur drúgvari, enn roknað varð við.
Barsskor var til høvuðssýn síðst í farna ári, og hetta sýnið vísti á ymiskt, sum skuldi fáast í rættlag.
Nógv krøv
Søgur gingu um, at Strandferðslan umhugsaði, hvørt tað var ráðiligt at umvæla gamla skipið, ella um tað kanska skuldi leggjast, eftir at Skipasýnið hevði sagt sína hugsan.
? At byrja við sóu krøvini frá Skipaeftirlitinum kanska eitt sindur umfatandi út, men tá vit fóru ígjøgnum alt, so var tað ikki so galið, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.
Høvuðssýn er annað hvørt ár, og nú er Barsskor gjørdur so væl í stand, at hann kann røkja siglingina til og úr Kalsoynni í hvussu so er næstu tvey árini.
Í næstu viku skulu onkrar royndir gerast, áðrenn Barsskor aftur fer í sigling.