Bartal og Adrian á A-landsliðið – Bjarki á U21

Bartal Wardum og Adrian Justinussen eru boðsendir til A-landsliðið, meðan Bjarki Nielsen skal við U21-landsliðnum

Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen hava givið avboð til landsdystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta. Eisini á U21-landsliðnum eru broytingar framdar í hópinum upp undir dystirnar móti Spania og Kasakstan, skrivar Fótbóltssambandið.

Håkan Ericson, venjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, hava verið noyddir til at gera smávegis broytingar í hópunum upp undir dystirnar sum eru á skránni í næstum.

Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen vera ikki við, tá flúgvarin setir kós móti Vilnius í Litava tíðliga týsmorgunin. Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og mett verður, at hvørgin er nóg birgur til landsdystir í næstum.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Bartali Wardum og Adriani Justinussen úr HB.

Eisini á U21-landsliðnum vórðu broytingar gjørdar í hópinum stutt áðrenn fráferð til útidystirnar móti Spania og Kasakstan. Hannes Agnarsson hevur givið avboð, og í staðin fyri hann hevur Bagge úttikið Bjarka Nielsen úr AB.

##med2##

Hósdagin 12. november spælir U21-liðið EM-undankappingardyst á útiølli móti Spania, og týsdagin 17. november spælir føroyska liðið móti Kasakstan.