Basalt eru Poul Müller (sang, mandolin og gittar), Kári Olsen (sang og gittar), Kenneth (ljómborð og sang), Mikkjal Øster (bass) og Annfinnur Jacobsen (trummir og sang). Verandi manning hevur spælt saman síðan 1998, men bólkurin hevur røtur heilt afturi í sjeyti árunum í bólkinum TARTA, ið Poul, Kenneth og Mikkjal spældu við í. Teir spæla kl. 0.30-3.30 í nýumvælda Kagganum fríggjakvøldið og leygarkvøldið.