Nýggja konseptið er klárt. La Terasse hevur skift navn til Bassalt, og hetta verður markerað við live-tónleiki um vikuskiftið. Í farnu viku varð Jákup á Borg settur sum leiðari á La Terasse, og síðani hevur verið arbeitt við at menna nýggja konseptið, sum staðið skal koyra eftir.
- Vit ætla, at hetta skal vera eitt stað við góðum live-tónleiki, og bæði fríggja- og leygarkvøldið hava vit góð nøvn á skránni, sigur Jákup á Borg.
Í kvøld verða tað soleiðis Kim Hansen, Budam, Ása Wraae og Terji Rasmussen, sum spæla, meðan Jens Marni Hansen stendur fyri tónleikinum leygarkvøldið.
Nú talan er um fyrsta kvøldið, sum staðið letur upp, verður ein lítil móttøka frá 21 til 23, har vertirnir bjóða gestunum okkurt leskiligt.