Batman ger mannfólk sterkari

Um tú ikki longu ert fjeppari av hetjum, sum vit kenna frá teknirøðunum, skuldi tú kanska umhugsað at blivið tað nú.

Hetjur sum Batman og Spiderman hava eina positiva ávirkan á mannfólka og teirra fatan av egnum kroppi. Hetta stendur at lesa á forskning.no.

Hetjurnar geva ikki einans ungum monnum eina kenslu av at vera eitt sindur sterkari - teir gerðast eisini sterkari í veruleikanum. Tað er niðurstøðan í eini amerikanskari kanning, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Experimental Social Psychology.

Úrslitini í kanningini vísa, at um ein maður følir eitt ávíst samband við hetjuna í eini teknirøð, verjir tann kenslan mannin frá teimum negativu tonkunum, sum viðkomandi kann fáa í sambandi við fokus á tann fullkomna kroppin. Teir menninir, sum javnan lesa um Batman ella Spiderman, klára seg eisini betri í kropsligum testum.

- Bæði kvinnur og menn kunnu hava sterkar relatiónir til eina fyrimynd. Munur er tó á, hvat slag av fyrimynd mannfólk og konufólk velja sær, sigur Arina Young, sum er ein av granskarunum, ið hava staðið aftan fyri hesa kanningina.

Hon sigur, at kvinnur vanliga eru meira áhugaðar í sjónleikarum og tónleikarum, meðan mannfólk aloftast velja at hava fiktivar persónar, so sum hetjurnar í teknirøðum, og ítróttarfólk sum fyrimyndir.

- Vit vita frá kanningum, sum vit hava gjørt fyrr, at identifikatiónin við hesar typurnar positivt kann ávirka, hvussu vit kenna okkum, sigur Young.

Umframt ein kropsligan test, so blivu luttakararnir spurdir, um hvussu nøgdir teir vóru við sín kropp.

98 menn luttóku í kanningini.