Bayern bukaði kinesarar

FC Bayern fyrireikar seg til seinnu hálvu av týsku landskappingini við eini ferð til Kina

Um vikuskiftið spældi Bayern ímóti kinesiska OL-landsliðnum, sum ætlandi skal klára seg væl á Olympisku Leikunum í Bejing, og tað gjørdist til stórsigur. Bayern, sum nú hevur Jurgen Klinsmann sum venjara, vann heili 7-2 á kinesiska liðnum.