Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Wayne Rooney legði Manchester United á odda. Nani sendi bóltin innfyri og har stóð Rooney púra leysur og skoraði trygt. Manchester United hevði tamarhald á tí mesta í fyrra hálvleiki, og millum annað hevði Rooney ein stóran møguleika at økja til 2-0.
Í seinna hálvleiki byrjaði Bayern Munchen væl og trýsti Manchester United. Tá eitt korter var eftir javnaði Franck Ribery uppá beinleiðis fríspark. Bólturin rakti Rooney og snýtti Edwin Van der Sar í Manchester United málinum.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað Ivica Olic at hevna taptið í 99, tá hann gjørdist leysur í brotssteiginum og skoraði.
Um tað ikki var ringt nokk fyri gestirnar, so fór Rooney av vøllinum skaddur í somu løtu sum Olic skoraði.
Champions League fjórðingsfinalurnar:
Bayern Munchen - Manchester United 2-1(0-1)
0-1 Wayne Rooney(2)
1-1 Franck Ribery(76)
2-1 Ivica Olic(90+)
Lyon - Bordeaux 3-1(2-1)
1-0 Lisandro López(10)
1-1 Marouane Chamakh (14)
2-1 Michel Fernandes Bastos (32)
3-1 Lisandro López (pen 77)