Beatles-gistingarhús letur upp

Tað er eingin endi á hvussu nógv fólk í Liverpool vilja vinna burtur úr Beatles-áhuganum kring knøttin. Í ár verða 38 ár síðani, at The Beatles góvust at spæla. Men enn tann dag í dag, liva tey stórt uppá tað í Liverpool. Ein sannur Beatles-ferðamannaídnaður er at finna í býnum. Og nú letur eitt Beatles-gistingarhús upp í Liverpool. Gistingarhúsið er nevnt eftir einum av teimum kendastu Beatles-sangunum, sum nevnist ?A hard days night?. ?Hotel A hard days night? kemur at hava 110 rúm. Gistingarhúsið, sum kemur at hava 4 stjørnur, kemur at liggja tætt við Cavern Club, har Beatlarnir slógu sítt navn fast av fyrstan tíð. Umframt tey 110 rúmini, so kemur gistingarhúsið at hava tvær penthouse-suitir, sum verða nevndar ?Lennon-suitan? og ?McCartney-suitan?. Í Lennon-suitini verður eitt stórt, hvítt flygil, sum stóð í heiminum hjá Lennon sjálvum. Øll tey 110 kømurini koma at verða prýdd við onkrum luti, sum stavar frá søguni hjá The Beatles. Matstovan kemur at eita ?Blakes?, og kemur hon at verða prýdd við verkum, sum hava fingið íblástur frá Sir Peter Blake, listamanninum, sum gjørdi húsan til kendu ?Sgt. Pepper?-plátuna. Eitt marglætisvikuskifti kemur at kosta uml. 5.000 kr. fyri tvey, í einum duppultkamari.