»Beck«-sjónleikarin Ingvar Hirdwall er deyður

Ingvar Hirdwall, kendur sum grannin Valdemar í svensku sjónvarpsrøðini »Beck«, er deyður 88 ára gamal

 

Svenski sjónleikarin Ingvar Hirdwall, sum millum annað er kendur úr »Beck«-universinum, doyð skírisdag 88 ára gamal.

Tað skrivar svenska Aftonbladet.

Eftir fólkakæra svenska sjónleikaran situr konan, Marika Lindström, sum eisini er sjónleikari. Tey fingu tvey børn.

Hidrwall er um okkara leiðir mest kendur fyri filmarnar og sjónvarpsrøðina um detektivin Martin Beck, sum DR1 sendir í hesum døgum, har hann spælir grannin Valdemar. Tað hevur hann gjørt síðani 1997 og til í ár.

Hann var fyrstu ferð at síggja í 1976 í hesum universinum, tá hann var við í »Manden på Taget« – har hann júst spældi maðurin á takinum.

Síðani fekk hann leiklutin sum Valdemar í sjónvarpsrøðini »Beck«, har hann hevur verið við, síðani røðin byrjaði í 1997.

/ritzau/