ÍF Føroyar vann um vikuskiftið 2-1 á Rødovre í donsku Seriu 1. Beinir Ellefsen skoraði avgerandi málið seint í seinna hálvleiki, eftir at Rødovre var á odda í hálvleikinum.
Í nógvum hita hevði ÍF Føroyar stórar trupulleikar av Rødovre, sum bæði var á odda 1-0 og kundi verið á odda við fleiri málum. Tíbetur fyri føroyska liðið, so gekk orkan undan hjá mótstøðuliðnum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Kristin R. Mouritsen fyri ÍF Føroyar, eftir upplegg frá Jens Michael Jensen. Tólv minuttir fyri tíð kom so forloysandi málið. Beinir Ellefsen kom fram við í vinstru og meddaði bóltin í málið til stóra gleði fyri føroysku spælararnar.
Tað stóð nógv á, tí í evstu løtu bjargaði fyrst Jóhan Jacobsen á strikuni, og eftirfylgjandi bjargaði Suni Ernstsson. Rødovre vóru væl skipaðir og spældi við longum bóltum. Føroyska liðið hevði trupulleikar við orkuni og tí kom væl við, at føroyska liðið hevði marginarnar á síni síðu.
ÍF Føroyar liggur nú fýra stig frammanfyri nummar trý, sum er CSC. Hesi bæði liðini møtast í komandi umfari á Kløvermarkini.