Í morgin verður trygdin í Norðuratlantshavi og Arktis á skránni í samstarvsráðnum millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Beinir Johannesen, løgmaður, skal hitta Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, undir vitjanini í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Tað upplýsir ES-nevndin.
Von der Leyen vitjar Grønland í tveir dagar, í gjár og í dag, fyri at styrkja sambandið millum ES og Grønland og umrøða vaksandi strategiska týdningin hjá Arktis.
Ríkisfundur í dag
Í dag, mánadagin 7. september, skal Beinir Johannesen á ríkisfund við Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformann í Grønlandi, og Mette Frederiksen, donsku forsætisráðfrúnni.
Á hálvárliga fundinum skulu stjórnarleiðararnir umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Sambært grønlendska landsstýrinum eru felags politisk og búskaparlig áhugamál á skránni. Undan fundinum hevur Jens-Frederik Nielsen lagt dent á, at tíðin krevur tætt samstarv. Hann samanber støðuna við tríggjar persónar í sama báti, sum mugu rógva saman og halda somu kós.
Trygdin á skránni í morgin
Í morgin, týsdagin 8. september, heldur fundarrøðin fram í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum.
Tá verður trygdarpolitiska støðan í Norðuratlantshavi og Arktis á skránni.
Umframt teir tríggjar stjórnarleiðararnar luttaka danski uttanríkisráðharrin, løgmálaráðharrin og verjumálaráðharrin saman við viðkomandi føroysku og grønlendsku landsstýrisfólkunum. Saman við løgmanni eru Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen, landsstýrismenn, limir í samstarvsráðnum.
Samstarvsráðið varð sett á stovn í 2021 fyri at styrkja samstarvið millum londini á hesum økjum.
ES og Grønland styrkja sambandið
Á skránni fyri vitjanina hjá Ursulu von der Leyen í dag er eisini at seta í verk eina verkætlan um betri fylgisveinasamband í Grønlandi.
Harumframt skulu ES-nevndarforkvinnan, grønlendski landsstýrisformaðurin og danska forsætisráðfrúan undirskriva eina dagførda felags yvirlýsing um sambandið millum ES og Grønland.











