Modell av Golden Harp til Selatraðneystið

Nú eru í øllum førum tvey modell av sluppini, Golden Harp, í Skopun - eitt hongur í kirkjuni, og eitt kemur at standa í Selatraðneystinum

 

- Í gjár kom Jóanes Joensen, meistari á Teistanum, úr Hesti til Skopunar við einum modelli av Golden Harp SA195.

 

Soleiðis skrivar Gerhard Lognberg, fyrrverandi borgarstjóri í Skopunar kommunu, á sínum Facebook-vanga í gjár.

 

- Jóanes hevði sæð á Facebook, at eg hevði fingið handað ein nagla av sama skipi frá Sverra Láadag.

 

Og Gerhard leggur aftrat:

 

- Eg takkaði fyri og fari at seta modellið av sluppini í Selatraðneystið.

 

Á sínum Facebook-vanga í gjár takkar Gerhard Lognberg bæði Sverra Láadal og Jóanesi Joensen fyri gávurnar til neystið.

 

Ørindini, sum Sverri Láadal hevði í Skopun herfyri, vóru at handa Gerhard ein nagla úr Golden Harp, sum Sverri sjálvur hevur tikið úr sluppini.

 

Nú hann var í Skopun, ynskti Sverri Láadag at geva naglan til Selatraðneystið. 

 

Sverri vísir á, at Golden Harp rak á land í Hvalvík í 1924 og gjørdist vrak. Rovini av skipinum síggjast enn á Hvalvíkini á fjøru - meira enn hundrað ár eftir skipsbrotið.

 

- Vrakið gjørdist okkara besta spælipláss, tá vit vóru dreingir. Dekkið varð tikið úr, og vit sigldu inni í sluppini við flakum og tunnubátum, sigur Sverri Láadal.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 


 

 

Her er tað Jóanes Joensen, meistari á Teistanum, sum er í Skopun við einum modelli av Golden Harp

Selatraðneystið er eitt prýði fyri bygdina. Beint undir neystinum er standmynd av Peter Mohr Dam