60: Endaliga úrslitið gerst 26-24 til Grikkaland. Seinastu føroysku málini skora Julian Olsen og Tony Weyhe. Eitt føroyskt vónbrot, tí heldur ikki í hesum dystinum tyktist tað sum, at føroyska liðið spældi upp til sítt besta.
58: Allan Norðberg kemur inn og minkar til 24-22. Føroyar hava eisini møguleika at minka til 24-23, men stórur møguleiki verður brendur. Grikkaland tekur sítt síðsta time-out.
55: Rókur Akralíð minkar til 23-20, og í álopinum eftir fær grikskur leikari tveir minuttir útvísing. Yvirtalsstøðuna gagnnýtir Hjalti Mohr Jacobsen at minka til 23-21, men føroyingar koma ikki stórvegis nærri, tí Grikkaland skorar beinanvegin aftur til 24-21.
53: Brádliga tykist dysturin avgjørdur. Føroyska liðið ger eina røð av persónligum mistøkum, og tað verður revsað av grikkum, ið skora nøkur løtt mál. Nú er 23-19 til Grikkaland, sum er ávegis til komandi undanumfarið til EM í 2020.
51: Ein av teimum vælleikandu í dag, Julian Olsen, javnar til 19-19. Grikkar vinna brotskast í álopinum eftir, sum Ári Dam verður skiftur inn til. Grikski toppskjúttin, Papadopoulos, skorar tó til 20-19 til Grikkaland upp á brotskastið.
49: Hjalti Mohr Jacobsen brennir fyrst, men skorar síðani til 18-18 í álopinum aftaná. Við góðum spæli út til vinstra vongin leggur Grikkaland seg tó aftur á odda 19-18.
47: Hans Eli skorar enn einaferð, men grikkar gera sera skjótt av og renna føroysku verjuna um koll beinanvegin og javna til 17-17. Føroyski venjarin, Kári Nielsen, hevur nú tikið time-out.
45: Hans Eli Sigurbjørnsson leypir upp og leggur Føroyar á odda 16-15. Grikkaland brennir í hinum endanum, men tað gera føroyingar eisini. Tað eydnast framvegis ikki Føroyum at koma framum við meira enn einum, hóast Grikkaland bara hevur skotið tvey mál í seinna hálvleiki.
43: Hans Eli Sigurbjørnsson fær eina óneyðuga útvísing, tá ið hann ikki flytur seg eftir, at hann er dømdur fyri ov nógv fet. Føroyar hava havt fleiri møguleikar at leggja seg á odda við tveimum, men hvørjaferð mideydnast. Ístaðin javna grikkar til 15-15.
40: Tróndur Kragesteen brennir, men í sama álopi eydnast tað Tony Weyhe aftur at leggja Føroyar á odda 15-14.
38: Grikkaland hevur framvegis ikki skorað nakað mál í seinna hálvleiki. Føroyar halda tó áfram við at gera tekniskar villur í álopinum, og tí er støðan framvegis 14-13 til Føroyar.
35: Føroyingar fara í skjótálop, sum endar við, at nú eydnaðist tað Andriasi Eriksen at javna til 13-13. Síðani koma Føroyar fyri fyrstu ferð á odda síðani fyrsta málið í dystinum varð skorað. Leiðslumálið til 14-13 skoraði Rókur Akralíð.
33: Rókur Akralíð skorar fyrsta máli í seinna hálvleiki og minkar um munin til 13-12. Andrias Eriksen hevur síðani møguleikan at javna til 13-13, men púra blankur skjýtur hann á stongina.
31: Seinni hálvleikur er byrjaður. Føroyska liðið hevur skift nógv út í fyrra hálvleiki, og tað eru eisini útskiftingar at síggja, nú seinni hálvleikur byrjar. Andrias Eriksen fær møguleikan á høgra vongi, og eisini er Helgi Hoydal komin inn í føroysku verjuna.
30: Grikkaland fer til hálvleiks á odda 13-11. Ikki eru nógv mál á muni, men føroyingar hava fyri tað mesta runnið aftaná og verið aftanfyri. Føroyska liðið ger framvegis ov nógvar villur og brennir ov illa. Kortini er tó eisini eyðsæð, at grikska liðið er betri enn tað kýpriotiska, sum landsliðið spældi ímóti fríggjakvøldið. Føroyar mangla sjey mál fyri at spæla seg víðari í løtuni, og í løtuni tykist tað ikki at vera serliga sannlíkt, at tað skal eydnast landsliðnum at vinna so sannførandi.
28: Fyri aðru ferð á rað skorar Grikkaland við at spæla inn á strikuna. Beint eftir skorarTróndur Kragesteen sítt fyrsta mál í hesari undankappingini og minkar til 12-11. Grikkar framvegis á odda.
26: Innskifti Tróndur Kragesteen vinnur føroyingum brotskast, ið Hjalti Mohr Jacobsen setur í málið til 9-9. Higartil størsti profilurin hjá Grikkalandi, vinstri vongurin, Papadopoulos, svarar tó skjótt aftur og høggur bóltin í netið til 10-9. Føroyar eru enn einaferð í yvirtali, men tað gongur ikki væl at gagnnýta hesar støðurnar.
23: Serliga á vongunum liggur væl fyri hjá grikkum, sum á hesum plássum hava vælskjótandi skjúttar. Allan Norðberg roynir seg við langskoti, men skjýtur væl við síðuna av Grikkaland svarar aftur við at økja til 9-7, men við sínum triðja máli í dystinum minkar Julian Olsen til 9-8.
Lars Black er komin inn í føroyska málið fyri Niklas Simonsen, sum annars hevur havt fleiri góðar bjargingar.
20: Býtt, persónlig villa ger, at Grikkaland leggur seg á odda 7-6. Í hinum endanum kastar Hjalti Mohr Jacobsen omanfyri. Grikkaland hevur júst tikið fyrsta time-out í dystinum.
18: Júst sum í dystinum ímóti Kýpros, so brennir landsliðið framvegis ov nógvar opnar málmøguleikar. Niklas Simonsen hevur frálíka bjarging og Allan Norðberg er undangongumaður og javnar til 6-6.
15: Føroyingar eru farnir at mansverja nummar 11 hjá Grikkalandi, Charalampos Mallios. Julian Olsen skorar til 5-4, men aftur er javnvág komin í roknskapin - 5-5.
Helgi Hoydal er komin inn í føroysku verjuna.
12: Grikkar spæla ov hart og fáa tvær útvísingar á tveir minuttir. Hóast yvirtalið brenna føroyingar tveir fríar møguleikar, og ístaðin hava grikkarnir í undirtali javnað til 4-4.
10: Høgri vongurin, Allan Norðberg, er komin í gongd og hevur skorað tvey tey seinastu føroysku málini. Nú eru Føroyar á odda 4-3.
07: Niklas Simonsen hevur longu havt tvær bjargingar, men Grikkaland javnar kortini til 2-2. Føroyska liðið hevur brent tvey síni seinastu skot.
05: Støðan er nú 2-1 til Føroyar. Nicklas Selvig økti til 2-0, men við góðum skoti minkaðu grikkar til 2-1.
Í verjuni kemur Tony Weyhe inn fyri Julian Olsen.
03: Við máli frá Hans Eli Sigurbjørnsson eru Føroyar komnar á odda 1-0.
01: Hesir sjey byrja inni hjá Føroyum:
Í mál: Niklas Simonsen
Vinstri vongur: Julian Olsen
Vinstri bakkur: Hans Eli Sigurbjørnsson
Spælstýrari: Hjalti Mohr Jacobsen
Høgri bakkur: Nicklas Selvig
Høgri vongur: Allan Norðberg
Strika: Rókur Akralíð
Føroyska A-landsliðið spælir avgerandi EM-undankappingardyst ímóti Grikkalandi. Skulu Føroyar spæla seg víðari til komandi undanumfar, so er kravið, at landsliðið vinnur dagsins dyst við fimm málum. Grikkaland vann í gjár 24-17 ímóti Kýpros, sum Føroyar fríggjakvøldið taptu ímóti - 20-19.
Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.
Føroyski hópurin er hesin:
Málmenn:
Lars Larsen Black, ÍF Føroyar
Ári Egason Dam, H71
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Útileikarar:
Rókur Akralíð, ÍF Føroyar
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tony Hammer Weyhe, KÍF
Bogi Gaard Davidsen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Allan Norðberg, StÍF
Andrias Eriksen, VÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Julian Olsen, VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF