21. umfar í landskappingini í fótbólti er í dag. Dystirnir eru Víkingur-07 Vestur, NSÍ-Skála, B36-EB/Streymur, KÍ-ÍF og HB-TB/FCS/Royn. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Allir dystirnir byrja klokkan 15, uttan dysturin HB-TB/FCS/Royn, sum byrjar klokkan 17.45.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Effo-deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá trimum dystum í dag. Í Gøtu millum Víking-07 Vestur og í Gundadali millum B36-EB/Streymur klokkan 15, og síðani klokkan 17.45 í millum HB-TB/FCS/Royn. Í millum og aftaná verður 3. hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum.
Her á in.fo koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Samandráttur verður frá dystinum í Runavík millum NSÍ og Skála.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum í Runavík millum NSÍ og Skála.
NSÍ - Skála: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER”
21.umfar í landskappingini:
Sunnudagin:
B36-EB/Streymur (15.00) Rás2 sigur frá dystinum
Víkingur-07 Vestur (15.00) Rás2 sigur frá dystinum
NSÍ-Skála (15.00)
KÍ-ÍF (15.00)
HB-TB/FCS/Royn (17.45) Rás2 sigur frá dystinum