Beinleiðis U15: Føroyar – Sveis

Søguligir landsdystir fyri føroyska U15 landsliðið

Í dag spælir føroyska U15 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum annan dystin móti Sveis. Hetta er fyrstu ferð, at U15 landsliðið spælir altjóða landsdystir.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja dystin

 

Føroyar taptu fyrra dystin, sum bleiv spældur í Klaksvík týskvøldið. Sveiss vann 4-1. Í kvøld verður so annar dysturin millum londini. Dysturin byrjar klokkan 17.

 

U15 landsliðini hjá Føroyum hava fyrr luttikið í Aberdeen Cup, Brøndby Cup og annars verið á venjingarlegum í eitt nú Vejle. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt U15 landslið spælir ein altjóða landsdyst móti aðrari tjóð. Dysturin er tó ikki meira altjóða enn, at tað verða føroyskir dómarar. Arni Rasmussen dømir.

 

Til ber at síggja dystin við at trýsta á pílin á myndini.