Beinta av Reyni, sum er útbúgvin fólkaskúlalærari, hevur málað í fleiri ár, men ikki fyrr enn fyri hálvum ári síðani valdi hon veruliga at satsa upp á listina og segði arbeið sítt sum náttarvakt á einum røktarheimi upp.
Danska telefyritøkan, TDC, gjørdi av í fjør at gera jólakort. Ætlanin hjá fyritøkuni er, at ein yngri kvinnuligur listamálari skal mála jólakortið hjá fyritøkuni. Til eina framsýning hitti Beinta hana, sum málaði jólakortið hjá TDC í fjør, og tá TDC so leitaði eftir einari nýggjari kvinnu til í ár, vísti listakvinnan frá seinasta ár á Beintu.
- Eg fekk øgiliga stutt skoðbrá. Men eg vísti teimum so eina skitsu av tí, eg hevði hugsað mær at gjørt, og síðani vórðu vit samd um, hvussu tað skuldi síggja út, greiðir Beinta av Reyni frá.
Hon málaði eina mynd við náttúru í bakgrundini, meðan blondugardinur og ein eingil eru fremst í myndini. Hugskotið við gardinunum stavar frá einari aðrari myndarøð, sum Beinta málaði til eina framsýning í einum listaskála í mars mánaði í ár. Útsýnið gjøgnum gardinurnar á nýggja jólakortinum hjá TDC er yvir Bagsværd sø, men har er onki vatn, tí kavi er allastaðni. Myndevnið er eitt kavalandslag við naknum trøum og sólsetri.
- Kanska yvirdrivið romantiskt, staðfestir Beinta av Reyni.
Handan gardinurnar
Myndarøðina við gardinunum nevndi Beinta Handan Gardinurnar. Íblásturin til hesar málningar við blondugardinunum, fekk hon, tá hon ein dagin var í kjallaranum í heiminum hjá ommu og abba sínum í Føroyum. Flestu føroyingar munnu kennast við hvítu blondugardinurnar, sum eru at síggja í mongum føroyskum gluggum enn tann dag í dag. Heima hjá ommu og abba Beintu hingu slíkar gardinur í kjallaravindeyganum.
- Føroyska náttúran gevur mongum listafólki íblástur, og tá eg skuldi hava framsýning í Sct. Gertrud listaskálanum í mars í ár, vildu tey fegin hava føroyska náttúru. Eg vildi so fegin gera tað eitt sindur øðrvísi, fortelur Beinta av Reyni.
Meðan hon stendur í kjallaranum heima hjá abbanum í Føroyum, hyggur hon út gjøgnum kjallaravindeygað.
- Útsýnið gjøgnum vindeygað hjá abba var sera vakurt, og man sá fjøll í bakgrundini. Tá fekk eg hugskotið at lýsa náttúruna gjøgnum gardinurnar, greiðir Beinta frá.
Framsýningin í listaskálanum var ikki so nógv at reypa av, tá tað kemur til sølu av málningum, men tá Beinta seinni sýndi myndarøðina fram í samstarvi við eitt listafelag, gav tað úrslit.
- Eg havi selt nærum alla myndarøðina, sigur Beinta av Reyni.
Ongan fastan listaskála
Beinta hevur altíð málað nógv, men hon hevur ongantíð satsað upp á tað fyrr enn nú.
- Eg hevði ikki dissiplin til at mála hvønn dag, tá eg var yngri. Men tað havi eg fingið, síðani eg fekk døturnar báðar, greiðir unga listakvinnan frá.
Tað hevur gingið væl hjá Beintu hetta hálva árið, hon hevur tikist við listina fulla tíð. Hon hevur havt fleiri framsýningar. Ynskið hennara er at finna ein fastan listaskála, har hon kann hava regluligar framsýningar. Men higartil hevur hon tó onki funnið.
- Tað er ómetaliga torført at fáa ein fastan listaskála í Keypmannahavn. Serliga tá man ikki kemur frá akademiinum( Københavns kunstakademi, red.), greiðir Beinta av Reyni frá.
Eminem og Slim Shady
Heima hjá Beintu og familjuni er eitt atelier, har Beinta arbeiðir nógv. Men hugskotið, hon nú er í gongd við, krevur nógv meira pláss, enn hon hevur heima við hús. Tí hevur hon leigað ein verkstað í Valby, har hon væl fær arbeitt við tí knapt tríggjar metur høga og tvær metur breiða málninginum av Eminem.
- Tað er faktiskt eitt portrett av rapparanum, Eminem, hvar sangur hansara, Slim Shady, er íblásturin til myndevnið, greiðir Beinta frá.
Við málninginum ætlar hon at vísa kampin millum tað ónda og tað góða.
Beinta hevur leigað sær verkstaðin í Valby í tríggjar mánaðir, so einaferð í februar átti málningurin av Eminem at staðið liðugur.
- Eg fari at royna at fáa hann við í Charlottenburg framsýningina, men tað er ikki vist, at tað fer at eydnast mær. Vit fáa at síggja. Eitt ella annað vísir seg altíð, sigur Beinta av Reyni.
Beinta av Reyni
er 35 ára gomul
útbúgvin fólkaskúlalærari
hevur ongantíð arbeitt sum lærari
er gift við Leif Thomsen
tey eiga tvær døtur, sjey ára gomlu Jonu og tvey ára gomlu Onnu
tey búgva á Vesterbro í Keypmannahavn
Ingálvur av Reyni var abbabeiggi Beintu
Charlottenborg framsýningin
Charlottenborg framsýningin er ein sensurerað listaframsýning
Hendan framsýningin hevur vunnið sær mest virðing millum allar tær sensureraðu framsýningarnar í Danmark
Bygningurin, har framsýningin er, liggur á Kongens Nytorv