Í kvøld klokkan 19.45 spæla Chelsea og Liverpool seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League kappingini. Fyrra dystin á Anfield Road í Liverpool vann Chelsea 3-1.
Sambært BBC er Liverpool-venjarin, Rafael Benitez til reiðar at brúka Steven Gerrard, hóast hesin ikki er 100% klárur enn. - Vit eru avskrivaðir av teimum flestu, men við Steven Gerrard og Fernando Torres á vøllinum, so hava vit veruliga ein góðan møguleika at venda dystinum, sigur Rafael Benitez.
Benitez nevnir Champions League finaluna í 2005, sum eitt gott dømi, tá Liverpool megnaði at venda 0-3 til 3-3. Eisini dregur Benitez fram, at Liverpool vann 1-0 á Stamford Bridge í oktober. - Royndarnir frá finaluni í 2005 fara at hjálpa okkum. Tær prógva, at vit kunnu venda einum stórtapi. Og vit hava eisini vunnið á Stamford Bridge hetta kapppingarárið. Vit endaðu metið hjá teimum, sum ósigraðir á heimavølli, staðfestir Rafael Benitez.