Bergsøy er nú einsamalt oddalið

Pauli Høj og liðfelagarnir vunnu, og so lagaði eitt annað úrslit seg væl hjá Bergsøy

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy eru nú einsamallur á odda í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tað lagaði seg so væl ígjár, at nærmasti kappingarneytin, Viking TIF tapti á heimavølli 29-30 (16-14) fyri Bodø. Viking TIF og Bodø hava bæði 33 stig.

 

Hetta gav Bergsøy møguleikan at leggja seg fremst við 35 stigum, um teir vunnu dystin á útivølli móti Lillestrøm.

 

Pauli og liðfelagarnir greiddu setningin, og vunnu 34-29 á Lillestrøm. Í steðginum var Bergsøy á odda 17-14.

 

Pauli gjørdi sítt við at skjóta fýra mál, og við at leggja upp til fimm mál (assist). 

 

Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Bjørnar, ið er triðaftast í deildini við bert 12 stigum.