Seinnapartin spældi landsliðsmálverjin, Rakul Wardum seinasta dystin undan teimum báðum EM-undankappingardystunum móti Portugal.
Rakul og liðfelagarnir í Ringkøbing høvdu í dag fína vitjan í Green Sports Arena Rofi-Centret í Ringkøbing, har toppliðið, Team Esbjerg var mótstøðuliðið.
Sum væntað vann stórfavoritturin, Esbjerg dystin, men Ringkøbing slapp við einum heiðurligum 31-37 tapi. Í steðginum var Esbjerg á odda 18-14.
Rakul bjargaði fimm av 17 málroyndum ta tíðina hon vardi málið. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði sjey av 28 málroyndum, so Rakul stóð seg betri.
Ringkøbing er triðaftast í deildini við níggju stigum.











