Amerikanski herurin hevur oyðilagt og søkt níggju iransk sjóverjuskip. Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social, sunnudagin.
- Vit fara eftir restini, skrivar hann.
- Tey verða eisini skjótt flótandi á havsins botni!
Hann leggur afturat, at USA so at siga eisini hevur oyðilagt høvuðssætið hjá iranska flotanum.
Stutt áðrenn tann fráboðanin kom frá Trump, hoyrdist ljóðið av fleiri spreingingum í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, sunnukvøldið.
Eftir øllum at døma varð høvuðssætið hjá ríkisútvarpinum og sjónvarpinum rakt.
Ein sjónvarpssending varð avbrotin, men tá varð boðað frá, at sendingarnar fóru at halda fram sum ætlað.
Hetta skrivar Reuters.
Iranska tíðindastovan Tasnim skrivar, at ein løgreglustøð í býnum Rey, sum liggur beint uttan fyri Teheran, er rakt.
Tíðindafólk frá tíðindastovuni AFP siga frá fleiri hørðum brestum og ristingum, sum kundu merkjast ymsastaðni í Teheran.
Ísraelski herurin boðaði sunnukvøldið frá, at hann hevði framt álop móti fleiri skipanarmiðstøðum hjá iransku kollveltingarverjuni.
Eitt av málunum er høvuðssætið hjá elituherinum, boðar ísraelski herurin frá.
USA og Ísrael gjørdu leygarkvøldið umfatandi loftálop móti Iran, sum millum annað hava dripið ovasta leiðaran í landinum, Ayatollah Ali Khamenei.
Trump ávaraði leygarkvøldið okkara tíð um framhaldandi álop "óavbrotið alla vikuna ella so leingi sum neyðugt".
/Ritzau/











