Bergsøy tryggjaði sær sigurin í næstseinasta sekundinum

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy halda fast í oddasessinum

Tað er framvegis háspenningur í næstbestu norsku hondbóltsdeildini um hvat lið flytur beinleiðis upp í bestu deildini, og hvørja tvey lið mugu spæla um uppflyting.

 

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy eru fremst í deildini við 42 stigum, og Bodø og Viking TIF er teimum á baki við 41 stigum hvør nú bert tvey leikumfør eru eftir at leika.

 

Petter Nygaard Eikrem tryggjaði í dag Bergsøy sigurin, tá hann í næstseinasta sekundinum av heimadystinum móti Charlottenlund skoraði til endaliga úrslitið 33-32. Bergsøy var á odda 19-14 í steðginum, men í seinna hálvleiki vóru teir ikki líka sannførandi. Tað endaði tó eydnusamt fyri Paula og liðfelagarnar. 

 

Pauli skoraði trý mál, legði upp til tvey mál (assist), og hann vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Mikudagin 8. apríl spælir Bergsøy ein sera avgerandi dyst á útivølli móti Bodø. Vinnur Bergsøy tann dystin kunnu teir í heimadystinum í seinasta leikumfarinum 12. apríl tryggja sær beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Tá kemur Kragerøy á vitjan í REM Arena í Fosnavåg.