Berlevåg, Chile og Fuglafjørður

Hans Eiler Hammer, Jón Rasmussen og Jógvan á Lakjuni verða at hoyra á Rás2 seinnapartin í dag. Hans Eiler Hammer er prestur í Berlevåg, sum liggur norðast í Noregi. Rás2 fer at ringja til Hans Eiler aftaná tíðindini kl. 15. Jón Rasmussen í Klaksvík hevur verið í Chile, og fer at greiða frá tí nýggju Norðborg, sum er bygd í Chile. Aftaná tíðindini kl. 16 verður Jógvan á Lakjuni gestur á Rás2. Jan Müller fer at taka saman um tey 4 árini Jógvan var landsstýrismaður, har abbasonur Victor Danielsen gjørdist tann, sum yvirtók Fólkakirkjuna. Vit fara eisini at hoyra um tónlistamannin, kórleiðararan, læraran, sjómannin, og ítróttarmannin Jógvan á Lakjuni.