Berlusconi skal hava fimm ára fongsul

Fær ákæruvaldið í Italia viðhald í rættinum, skal fyrrverandi forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hava fimm ára fongsul fyri korrupsjón. Tað sigur amerikanska sjónvarpið CNN.

Berlusconi er ákærdur fyri at hava goldið bretska sakføraranum David Mills mutur, og ákærin boðaði í gjár rættinum frá, at hann vil hava fyrrverandi forsætisráðharran dømdan fimm ára fongsul, verður hann dømdur sekur.

Tað er kortini greitt, at tann 75 ára gamli Berlusconi fer ikki at sita fimm ár í fongsli. Aldurin er ein orsøk, og harafturat fær hann møguleikar at royna ein møguligan fongsulsdóm í hægri rætti, og tað kann taka drúgva tíð. Í triðja lagi heimilar lógin dómaranum at geva fólki, sum eru eldri enn 70 ár, linari revsing, enn lógin annars ásetir.