Landsdystur
Berti Vogts hevur sum kunnugt fingið eina serstaskliga vánaliga byrjan sum skotskur landsliðsvenjari, og umframt skotsku miðlarnar, fær hann nú eisini av at vita frá tveimum fyrrverandi týskum stórspælarum.
Teir báðir týskararnir eru Paul Breitner, sum skeyt eitt mál í HM-finaluni í 1974, tá Týskland ? við Vogts á liðnum ? gjørdist heimsmeistari, og so núverandi týski landsliðsvenjarin, Rudi Völler, sum undir Vogts spældi 21 landsdystir.
Um tað vera í bólki við Skotlandi sigur Völler, at hetta ikki er nakað, sum nervar teir.
- Berti og skotska lið hansara eru als ikki nakað, sum vit hugsa um. Vit ivast ikki eina løtu í, at vit vinna bólkin.
Og meðan Völler tosar meira um egnan mátt, er Paul Breitner meira eirindaleysur í sínum skoðsmáli.
- Berti fer uttan iva at hoykna undir trýstinum frá fjølmiðlunum. Nøkur fá tap afturat. So er hann farin í søguna, heldur Breitner, sum í dag er klummuskrivari og sjónvarpsfrásøgumaður.
Týðandi avboð
Sjálvur tykist Vogts tó ikki at hugsa so nógv um, hvat teir báðir landsmenninir siga. Hann hevur í so máta nóg mikið at hugsa um, nú fleiri skaðar darva fyrireikingunum hjá skotska landsliðnum.
Tað hevur leingi verið greitt, at hvørji Tottenham-málverjin, Neil Sullivan ella álopssinnaði Don Hutchinson úr Sunderland fóru at vera viið í hópinum, og nú eru teir 25, sum vóru úttiknir, skorðnir niður í Hópurin, sum upprunaliga taldi 25 mans, er nú skorin niður í 21, men enn hevur Vogts ikki gjørt av, hvørjir teir seinastu 18 verða. Scott Gemmil (Everton), Dominic Matteo (Leeds) og Derek McInnes (WBA) hava allir givið avboð vegna skaða, og Robbie Stockdale úr Middlesbrough verður heldur ikki við á ferðini, tí skaðar hava darvað honum ov nógv í fyrireikingunum.
Allir fýra teljast teir annars millum stinnastu leikararnar hjá Skotlandi, so einki er at ivast í, at Vogts er harmur um missin av teimum, og hartil hava báðir miðvallarovastarnir, Paul Lambert og Barry Ferguson, drigist við skaðar, men roknað verður tó við, at teir verða tøkir. Viðvíkjandi teimum báðum miðvallarunum verður annars sagt úr skotskum miðlum, at teir eru sissaðir nakað, eftir at Vogts eftir tapið fyri dønum hevði funnist at teimum, tí teir ikki gjørdu nóg nógv um seg á miðvøllinum.
Skotski hópurin, sum eftir øllum at døma fer at telja 21 mans á føroyaferðini, framgongur verður sostatt hesin:
Málverjar:
NavnFelagdystir/mál
Neil AlexanderCardiff City0/0
Robert DouglasCeltic4/0
Paul GallacherDundee United1/0
Verjuleikarar:
Graham AlexanderPreston NE5/0
Stephen CraineyCeltic3/0
Christian DaillyWest Ham36/3
Maurice RossRangers4/0
David WeirEverton36/1
Lee WilkieDundee2/0
Miðvallarar:
Barry FergusonRangers11/1
Paul LambertCeltic31/0
Kevin McNaughtonAberdeen2/0
Gary NaysmithEverton7/0
Scott SeverinHearts5/0
Gareth WilliamsNottingh. Forest4/0
Álopsleikarar:
Stephen CrawfordDunfermline0/0
Paul DickovLeicester0/0
Scott DobieWBA4/1
Allan JohnstonMiddlesbrough17/2
Kevin KyleSunderland4/1
Steven ThompsonDundee4/1