Eyðun M. Viderø
Borgarstjórin á Sandi vil fyri ein hvønn prís fáa skrivaran úr starvi, hóast eingin saklig orsøk er fyri hesum. Orsaka hansara eginklóku meðferð helt hann, at hetta kundi hann avgreiða við einum "pennastroki", men lóg og reglur eru eisini galdandi fyri hann, og tá hann frá øðrum fekk at vita, hvat starvsskipanin fyri Sands Kommunu segði, so gjørdist honum kunnugt, at tað fór at verða torført at fáa kommunustýrislimirnar at taka undir við honum í einum uppskoti um uppsøgn av skrivaranum, bæði tí, at tey neyvan vildu leggja navn til tílíka ósakliga viðgerð av sínum meðmenniskjum, og eisini tí at onkur av meirilutalimunum høvdu størv, ið kundu skaða teirra stovn við tílíkari framferð.
"Så, hvad gør vi nu?"
Jú formaðurin hevur sett á dagskrá á eyka-framskundaðum fundi mál um at broyta starvsskipanina, soleiðis at tað eina er borgarstjórin, ið setir og loysir úr starvi starvsfólk. Og eftir hvat skilst, so hevur meiriluti hansara samtykt hetta við fyrstu viðgerð, men málið skal so hava næstu viðgerð!
Men her hava kommunustýrislimir "hansara" sam-stundis gjørt seg sekar við samtykki í ósakligu støðu borgarstjórans, tí í hesum máli er hann eirindaleysur!
Eg vóni bert, at borgararnir á Sandi gera sær greitt, hvat hendir, og hvør arbeiðsgongdin og persónliga endamálið er!
Okkara menninskjans-ligu og persónligu rættindini eru dýrt og tungt vunnin, men tað er skjótt at søpla tey burtur við "autoritets"tænastu og líkasælu!
Annars er alt annað enn hugaligt hjá borgarunum at vita, at skrivarin fær regluliga mánaðarløn fyri at sita heima, meðan keypt arbeiðsmegi ger arbeiði fyri helst meiri løn, tí talan er um tænastu frá bókhaldsvirki!