Best koyrandi bilurin hjá Audi

Á stóru bilaframsýningini, sum herfyri var í New York, varð “World Performance Car 2016” kosin. Tað bleiv nýggi Audis R8 Coupé, sum fekk hendan heiður.

 

Audi R8 Coupé er best koyrandi bilurin hjá Audi. V10 motorurin við 610 hk og mest framkomnu quattro-skipanini tryggjar heilt serligar koyrieginleikar. Eisini tað at motorurin er í miðjuni á bilinum ger hann til nakað helt serligt. Hann koyrir frá 0 til 100 km/t upp á einans 3,2 sekund, og toppferðirn er 330 km/t.

 

Audi R8 kom fyrstu ferð á marknaðin fyri 10 árum. Í Danmark kostar Audi R8 Coupé næstan fýra milliónir krónur.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/