Besta føðingardagsgáva, eg kundi fáa!

Gotland 99: Oluffa á Høvdanum, venjari hjá svimjilandsliðnum var eins øll onnur ovurfegin tá føroyingar vunnu gull týsdagin

Staðið er Hemse á Gotlandi og tað er mánadagur 28. juni 1999.

Føroyska svimjilandsliðið hevur júst vunnið gull, og landsliðsvenjarin Oluffa á Høvdanum er ovurfegin:

? Hatta var besta føðingardagsgávan, eg kundi fáa!, sigur Oluffa og strálar sum ein sól.

? Eg hevði roknað við einum góðum úrsliti, og innast inni hevði eg roknað við gullinum! Vit spardu okkum í morgun, og nú settu vit alt inn fyri at vinna, og tað eydnaðist.

? Spenningurin var øðiligur undir kappingini, men síðstu 50 metrarnir bjargaðu úrslitinum.


Skuffaður

Fyrsta heiðursmerkið í svimjing kom annars mánamorgunin, tá Bogi Lenvig svam 1500 m frí.

Bogi hevði ætlað sær eitt gullmerkið í hesari kappingini, men tá kappingin var av, lá hann á triðja plássi aftan á Alexis Militis og Nathan Jegou, báðir frá Jersey. Tíðin hjá Boga var 16.55.24, meðan vinnaratíðin var 16.28.63.

Og ætlast kann, at tað var ein skuffaður Bogi, vit hittu eftir kappingina. -Eg havi verið skaddur eina tíð og ikki fingið vant nóg mikið.

? Eg merkti beinan vegin, at tað lá ikki so væl fyri, men teir fyrstu 400 metrarnar fylgdi eg við hinum, men so byrjaði at dragna, og úrslitið bleivi so eitt bronsumerkið.

? Hetta varð eitt ótrúliga skuffandi úrslit fyri meg, men tað gjørdist altso ikki øðrvísi, sigur Bogi Lenvig at enda.


Fyrsta heiðursmerkið

Dia Jacobsen, sum er gamal í garði innan svimjing vann hendan dagin sítt fyrsta altjóða heiðursmerki einsamallur. Hann hevur fleiri ferðir verið við at vinna Føroyum heiðursmerkir, men tað hevur altíð verið í liðkapping.

Hesa ferð varð øðrvísi. 50 m ryggsvimjingin lagaði seg so væl fyri Dia, at hann kom inn á triðja plássið við tíðini 28,87 aftan á Dane Harrop frá Isle of Man (28,48) og Adam Brown frá Isle of Wight (28,5), so ætlast kann, at tað var ein fegin Dia, sum kom upp úr hylinum.


Eitt silvurmerki

Kristian Martin Joensen lá aftan á innleiðandi umfarið á einum 4. plássi aftan á Gotland, Isle of Wight og Gurensey, men tað var eisini svomið taktist, tí um morgunin ráddi um at kvalifisera seg, fyri so um kvøldið at náa hæddirnar.

Vónirnar til júst hesa kappingina vóru góðar, og eftir teir fyrstu 50 metrarnar lá Kristian Martin á 2. plássi við Mårten Hansson frá Gotlandi bert 2 hundraðpartar sekund aftanfyri. Á odda lá David Russei frá Isle of Wight, og hann vísti eisini allan teinin, at gullmerkið skuldi ikki gleppa honum av hendi.

Kristian Martin varðveitti allan teinin 2. plássið og hann økti so við og við frástøðuna til gotlandingin.

Eitt klárt 2. pláss til Kristian Martin Joensen við 2.14,55 aftan á David Russel við tíðini 2.09,35.


Hini úrslitini

Føroyar luttóku eisini í tveimum øðrum finalum.

Í 100 m bringusvimjing hevði Asbjørn Hansen svomið seg í finaluna, og hann fekk eitt sera gott úrslit við at koma á mál sum nr. 4 við tíðini 1.08,33. Kappingina vann Tim Ashwell frá Isle of Wight við tíðini 1.06,06, nr. 2 David Russel, Isle of Wight (1.07,41) og nr. 3 David Batty, Isle of Man (1.07,54).

Regitsa Thomsen kom eisini í finaluumfarið. Tað var í kappingini 50 m bringusvimjing, har hon gjørdist nr. 6 við tíðini 37,38. Vinnari gjørdist Helen Watts frá Guernsey við tíðini 33,18, sum er nýtt Oyggjaleikamet.