Altingsvalið leygardagin var søguligt, tí ongantíð áður hava íslendsku veljararnir valt so nógvar kvinnur á ting. Av teimum 63 tinglimunum eru 27 kvinnur, og tað svarar til 43 prosent. Tað var 31,2 í tí gamla Altinginum. Her er eisini vert at geva gætur, at tvær kvinnur stillaðu ikki uppaftur. Her kann eisini verða nevnt, at fyri 30 árum síðani vóru bara fimm prosent av íslendsku tingmanningini kvinnur.
Eitt annað sermerkt við valinum er, at í trimum tingbólkum eru líka nógvar kvinnur sum menn - ella øvugt. Samfylkingin hevur 10 menn og 10 kvinnur í Altinginum, hjá teimum vinstragrønu eru sjey av hvørjum kyni, og hjá Borgarahreyfingini eru tveir menn og tvær kvinnur í tingbólkinum. Hjá Sjálfstæðisflokkinum eru fimm kvinnur og 11 menn, og hjá Framsóknarflokkinum telur tingmanningin seks menn og tríggjar kvinnur.