Besti føroyski íverkseti finnast

Øll kunnu vera við at tilnevna ársins íverksetara, sum verður tilnevndur um tríggjar vikur

Nú skal ársins íverksetari í Føroyum, finnast.

 

Og tað verður á ársins íverksetaradegi, sum verður í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 28. mars, at tað verður kunngjørt, hvør ársins íverksetari er.

 

Íverksetarahúsið hevur nú í nøkur ár skipað fyri íverksetaradegi og í tí sambandi verður leitað eftir evnum til at fáa heiðurin sum ársins íverksetari.

 

Og øll eru vælkomin at senda uppskot inn, sigur Íverksetarahúsið, men tað er ein dómsnevnd, sum tekur endaliga støðu um, hvør skal verða ársins íverksetari.

 

Í hesum sambandi verður dentur lagdur á, at vinnarin hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi, at hann hevur víst góð fíggjarlig úrslit og at hann hevur givið øðrum íverksetum íblástur.         

Higartil hava Regin W. Dalsgaard, stovnari av Globi, Jutta Helgadóttir, stovnari og eigari av Hoyrnini, Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av NAVIA, Ólavur Ellefsen, stovnari av Simprentis og Hans Jákup Johannesen, stovnari og eigari av Faroe Offshore Service, fingið stóra heiðurin sum Ársins Íverkseti.

 

Á myndini er tað Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum vísir ársins íverksetara í fjør, Hans Jákup Johannesen, heiður.