Besti rennarin finnast á fjarðastevnu

Í dag verður skipað fyri stórari rennikapping í Vestmanna

Í gjárkvøldið byrjaði fjarðastevnan, sum hesaferð er í Vestmanna.

Á fjarðastevnuni í dag fara VÍF, Bragdið og FÍF at skipa fyri 5. umfari av Grand Prix rennikappingini fyri vaksin.

Teinurin er tann sami sum í 2010, har runnið verður Inni á Fjørð. Tey flestu, ið eru hampiliga væl fyi kunnu luttaka í renningini, tí teinurin er bara knappar 4 kilometrar.

Tey, sum enn ikki hava boðað frá luttøku, kunnu melda seg til kappingina á staðnum frá klokkan 10 fyrrapartin í dag.

Aftaná tey vaksnu hava runnið, er barnarenning á skránni.

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá FÍF við at trýsta her