Bestu floyturnar í ár

Her síggjast nøvnini á teimum seks, sum kappast um at gerst ársins dómari 2014

 

 

Ofta hava dómararnir leiklutin sum tann, ið áskoðarar og spælarar ilskast um, meðan dystir verða spældir.

 

Tað er tó eingin loyna, at tað eisini liggja nógvir og strævnir tímar handan eitt gott dómaraavrik, og tí verða dómarar sjálvandi eisini heiðraðir á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum í kvøld.

 

Hjá monnum eru tað Ransin N. Djurhuus, Lars Müller og Petur Reinert, sum hava fingið flestu atkvøðurnar.

 

Hjá dómarunum, sum hava dømt bestu kvinnudeildina, eru nøvnini Elsa Andreasen, Hans Eiler Hammer og Rani A. Skaalum.

 

Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.