Bestur í Onglandi

Gerrard vann atkvøðugreiðsluna í kapping við Ryan Giggs og Wayne Rooney, sum báðir spæla í Manchester United.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 1990 - ta ferðina vann John Barnes - at ein spælari úr Liverpool vinnur heiðurin, og formaðurin fyri felagsskapin hjá blaðmonnunum, Steve Bates, hevði bert rósur at bera Steve Gerrard, tá úrslitið varð kunngjørt.

- Steven Gerrard spælir veruliga upp til sítt allarbesta, og hann hevur undirstrika sína støðu, sum ein tann besti miðvallarin í sínum ættarliði, sigur Steve Bates.