Betri Banki kunnger í dag hálvársroknskapin fyri 2026.
Bankin sigur, at nógv virksemi í samfelagnum og stórur eftirspurningur eftir fígging eru høvuðsorsøkirnar til góða úrslitið.
Roknskapurin vísir, at úrslitið eftir skatt var 141 milliónir krónur, meðan úrslitið áðrenn skatt var 172 milliónir krónur.
Sambært bankanum hava bæði privatkundar og vinnukundar sum heild staðið seg væl fyrra hálvár.
– Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár 2026, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Hann vísir á, at nógv virksemi hevur verið í føroyska búskapinum, samstundis sum eftirspurningurin eftir fígging hevur verið stórur.
Útlán og innlán vaksa
Útlánini hjá bankanum eru vaksin við góðum 400 milliónum krónum, meðan innlánini eru vaksin við sløkum 200 milliónum krónum.
Samstundis hevur avkastið av íløgum verið gott, og útreiðslurnar liggja á nærum sama støði sum í fjør.
Við hálvárið hevði Betri Banki:
- Útlán: 9.668 mió. kr.
- Innlán: 10.887 mió. kr.
- Javnvág: 14.037 mió. kr.
- Eginpening: 2.838 mió. kr.
Kjarnukapitalprosentið var 39,6 prosent, sum er væl omanfyri lógarásettu krøvini.
Høgt virksemi
Jean Djurhuus sigur, at bankin sær framhaldandi gott virksemi í føroyska búskapinum.
– Úrslitið hjá Betri Banka fyrstu seks mánaðirnar í 2026 kemst av, at nógv virksemi er í landinum, og at eftirspurningurin eftir fígging er stórur, samstundis sum privat- og vinnukundarnir hjá bankanum sum heild eru væl fyri, sigur hann.
##med2##











