Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apotek í Suðuroynni.
Í svarinum staðfestir hon, at tað er bæði til fyrimuns fyri borgarar og heilsustarvsfólk at savna virksemið í einari heilsumiðstøð.
– Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns fyri bæði heilsustarvsfólk og borgarar, og samsvarar tað eisini við ynski hjá bæði kommunulæknum og læknum undir útbúgving til kommunulækna, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna, skrivar hon.
Kommunurnar hava svarað
Landsstýriskvinnan upplýsir, at hon í summar boðaði kommununum frá, at hon við heimild í lógini um heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum ætlar at taka avgerð um staðsetingina.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur síðani sent kommununum í Suðuroynni fleiri spurningar fyri at fáa lýst fortreytirnar fyri at byggja ella umbyggja eina heilsumiðstøð.
Nú eru svarini komin inn.
– Heilsu- og orkumálaráðið hevur fyri stuttum fingið svar frá kommununum, og fara svarini nú at verða viðgjørd og brúkt til at taka avgerð um staðsetingina, skrivar landsstýriskvinnan.
Apotekið eisini til viðgerðar
Sambært svarinum verður samstundis tikin støða til framtíðina hjá Suðuroyar apoteki.
Tað skal metast um, hvørt verandi apotek skal umvælast, ella um onnur høli skulu útvegast til endamálið.
Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at hóast sjálv byggingin av heilsumiðstøðum er ein kommunal uppgáva, hava bæði hon og undanfarin landsstýrisfólk umrøtt málið við kommunurnar í Suðuroynni.
Svarið bendir sostatt á, at málið nú er komið inn í eitt stig, har landsstýrið fyrireikar eina endaliga avgerð um, hvar ein felags heilsumiðstøð í Suðuroynni skal staðsetast.











