Betri eftir steðgin

Felags fyri flestu føroysku leikararnar var, at teir vóru ov nógv trýstir fyri steðgin, men at teir í seinna hálvleiki komu alt betri við í spælið

leikaraummæli

1. Jákup Mikkelsen, KÍ (36 dystir/0 mál)
Tey bæði írsku málini fekk hann ikki gjørt stórvegis við. Og eingin hevði kunnað lastað Jákupi nakað sum helst, um talan hevði verið um munandi størri tap. Ferð efti ferð vardi hann fyri upplagdur írskum møguleikum, og var soleiðis enn einaferð kanska týdningarmesti stopp-kloossurin hjá føroyingum.

2. Súni Olsen, GÍ (18/1)
Avgjørt besti føroyski útileikarin. Eitt er, at hann hevur somikið góðan tekniskan førleika, at honum ikki nýtist nakað av tíð at fáa tamarhald á bóltinum. Tað sermerkta hesaferð mundi tó vera, hvussu skilagott hann aloftast spælir bóltin frá sær. Har var snøgt sagt umtanki aftan fyri hvørja gerð, og tá hugsað verður um trýstið fyri steðgin, so gerst hetta heilt imponerandi.

4. Pól Thorsteinsson, B36 (37/0)
Fáur ? um nakar ? føroyskur leikari hevur hansara evni, til mann móti manni at steðga mótstøðuni, og brúkt var eisini fyri hesum, tá írar konsekvent royndu at taga føroysku verjuna sundur fyri steðgin. Pól fekk eisini fatur á nógvum, og hóast ávísar trupulleikar, so var avspælið betri, enn tað so ofta áður hevur verið. Kom eisini nakrar ferðir við niðaneftir í seinna hálvleiki, so bóltar kundu sendast innfyri.

5. Jón Rói Jacobsen, Frem BK (20/0)
Saman við Óla mannaði hann aftur miðverjuna, og enn einaferð var sjónligt, at hann er í ferð við at finna gamla formin aftur. Var tó atvoldin til brotsspark, og tað telur sjálvsagt skeiva vegin, men alt í alt ein dystur, sum hann væl og virðiliga kann vera nøgdur um.

6. Rógvi Jacobsen, HB (30/5)
Var hesa ferð á gamla plássinum í vinstru síðu, men tóktist als ikki at trívast so væl á plássinum. Tóktist vera sera tungur og stirvin, og hevði yvir høvur ikki ein av sínum bestu døgum. Var tó ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaði at taka luftdystir við írar, og aloftast vann hann hesar. Útskiftingin tóktist tó náttúrlig.

7. Fróði Benjaminsen, Fram (30/2)
Var uttan iva ein av teimum betru á føroyska miðvøllinum, men ongantíð soleiðis, at hann slapp at stýra nøkrum parti av spælinum. Royndi tó serliga eftir steðgin at koma meira í krovið á mótstøðumonnunum, og sýndi ávísar góðar detaljur. Hevði helst bestu føroysku royndina, men rakti ikki bóltin nóg væl, og so dróg tað eisini niður, at hann við heldur býttisligum frísparki steðgaði spælinum, tá Føroyar vóru ávegis sínum besta møguleika.

8. Julian Johnsson, ÍA Akranes (60/4)
Hevði avgjørt ikki ein av sínum bestu dystum. Undir stóra trýstinum, sum føroyski miðvøllurin var undir, komu teknisku veikleikar hansara ofta til sjóndar, og heldur ikki megnaði hann vanliga leiklutin sum bóltvinnari. Var við bólttapi byrjanin til írska 2-0 málið. Var tó eins og Rógvi ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaði at taka luftdystirnar við írar upp.

9. Jákup á Borg, HB (37/2)
Eins og á Cypros tykist seinasti broddurin í spælinum at resta. Ov ofta varð drigið aftureftir, tá hann kundi roynt at sloppið framvið í síðunum, og tí sást millum lítið og einki til annars vandamiklu innlegg hansara. Arbeiddi tó sum vant væl í verjupartinum.

10. John Petersen, B36 (57/6)
Hóast talan var um sera trupla uppgávu, so fekk John sagt landsliðnum eitt hampuliga gott farvæl. Hevði sínar trupulleikar av váta vøllinum fyrstu løtuna, men mentist, sum dysturin leið, og tí sindrinum, sum føroysingar skaptu frameftir vøllinum, var John aloftast partur av. Eingin ivi er um, at landsliðið við steðginum hjá John hevur mist ein av teimum heilt stóru leikarunum, og tað verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva, nú ein avloysari skal finnast til leiklutin, sum skálamaðurin hevur havt fyri landsliðið.

11. Jónhard Frederiksbeeg, Skála (7/0)
Hevði sum vant truplar arbeiðsumstøður, men hetta var ikki einasti trupulleikin í dystinum. Hóast hann royndi at skifta skógvar undir dystinum, so líktist hann í fleiri førum »Bambi på glatis« á váta vøllinum, og tí er sera trupult at geva nakað veruligt skoðsmál. Royndi at arbeiða, men vána fótafestið gjørdi, at hetta ofta var nyttuleyst, og útskiftingin tóktist heilt náttúrlig.

13. Óli Johannesen, TB (70/1)
Verju- og liðskiparin hevur seinastu landsdystirnar greitt afturvíst øllum kritikki um, at hann ikki er nóg væl fyri til slíkar uppgávur. Var enn einafer ein av allarbestu føroysku leikarunum. Vann hópin av bóltum við bæði høvdi og beinum, og var heldur ikki bangin fyri at nýta kroppin, tá hetta var neyðugt. Setti sum vant nýtt dystarmet, og við verandi forminum er einki sum bendir á, at dystirnir ikki verða nógv fleiri í tali.

3. Heðin á Lakjuni, HB (11/1)
Fekk fyri fyrstu ferð í trý ár møguleikan á landsliðnum, og yvir høvur stóð Heðin seg væl tann góða hálva tíman, sum hann loysti Rógva av. Megnaði í stóran mun at røkja verjuskyldur sínar í borðinum, og fleiri ferðir var hann við rykkum sínum maðurin, sum skapti framdrift í føroyska spælinum. Ein leikari, sum venjararnir illa sleppa uttanum framyvir, um formurin verður hildin á sama støði.

14. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (16/1)
Loysti Jónhard av seinastu 10 minuttirnar, og kann illa dømast út frá hesum.

15. Atli Danielsen, KÍ (8/0)
Kom á vøllin seinastu sjey minuttirnar. Sjálvsagt eitt alt ov tunt grundarlag til geva nakað veruligt skoðsmál, men var partur í uppspælinum til einasta rættiliga føroyska møguleikan.