Betri umstøður í keyptum hølum

Umstøðurnar hjá arbeiðsfólkinum í Nes kommunu eru nú munandi betraðar, síðan kommunan í heyst keypti bygningin hjá JHR Entreprenørum á Heygunum. - Nú kann arbeiði betri tilrættaleggjast, og umstøður eru at gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði innandura. Høllin er útgjørd við stórari bilhurð, so bilar og maskinur fáast inn. Eisini er møguligt at keypa inn í størri nøgdum, nú høllin eisini kann nýtast sum goymslupláss.

Tað siga tekniski leiðarin hjá Nes kommunu, Aksel Højgaard og arbeiðsformaðurin, Jan Petersen.

Upprunaliga var tað byggimeistarin á Toftum, Haldur Vang, sum bygdi høllina í samband við nógva virksemið, sum hansara felag hevði upp gjøgnum áttati-og nítiárini.

Høllin, sum Nes kommuna nú eigur á Heygunum, er útgjørd við verkstaði, kantinu til arbeiðsfólkið og wc.

Tað er Nes kommuna, sum ber hesi tíðindi á síni heimasíðu.