Amerikanski forsetin, Joe Biden, lovar at gera eina lóg, sum tryggjar landsumfetandi rættindi til abort, um Demokratarnir tryggja sær meiriluta í Kongressini á miðvalinum í november.
Tað segði hann í eini røðu í gjár.
Røðan er ein nýggj, herd roynd at lyfta flokkin innan miðvalið 8. november.
– Tann fyrsta lógin, eg fari at senda Kongressini, verður ein, sum skrivar »Roe ímóti Wade« inn í lógina, segði Biden í røðu síni, har hann sigur hetta vera eitt lyfti.
– Eg skrivi undir hana í januar, 50 ár eftir at »Roe« fyrstu ferð varð samtykt sum lóg í hesum landi.
Hvítu Húsini upplýsa ikki, hvussu Biden ímyndar sær smálutirnar í lógini, sum skal tryggja rættin til abort í USA.
Við røðuni hevur Joe Biden sett pallin fyri dystin um abort á miðvalinum.
Um Republikanararnir fáa valdið í Kongressini eftir miðvalið og royna at seta í gildi eitt nationalt forboð ímóti aborti, fer Biden at leggja veto ímóti tí, sigur hann.
Vanliga verður stjórnarflokkurin í USA revsaður á miðvalinum.
Og á hesum vali er ónøgd við Demokratarnar vegna inflatión, ein illa umtóktan forseta, harðar dystir um mentan og samleikapolitikk á landsins skúlum og abort.
Demokratarnir vónar, at teir við at seta abortspurningin í miðjuna í valstríðnum kunnu varðveita valdið í Kongressini.
Tað er ein vaksandi vreiði um, at hægstarættardómurin »Roe ímóti Wade«, sum tryggjaði rættin til abort í USA, var umstoyttur av hægstarætti fyrr í ár.
Meiningakanningar vísa, at størsti partur av amerikanarum halda, at abortur eigur at verða loyvdur. Tey flestu halda, at tað eiga at vera avmarkingar, meðan bara 13 prosent sambært Gallup stuðla einum beinleiðis abortforboð.
Tey keðiligu tíðindini fyri Demokratarnar eru tó, at meiningakanningar vísa, at abortspurningurin er langt niðri á listanum á evnum, sum hava veljarans áhuga.
/ritzau/AFP