Bilar staðið fastir í morgun

Tað er hált at koyra í dag og Landsverk biður fólk um at koyra við varsemi.

 

10 bilar hava staðið fastir á Høgareyni í morgun og høvdu tørv á at fáa bil frá Landsverk á staðið fyri at sleppa avstað aftur.

 

Árni Jacobsen frá vegaumsitingini á Landsverk sigur, at tað hált nógva staðni, men tó ikki so ringt, at Landsverk mælir fólki frá at koyra.

 

- Tað hava ikki verið nógvir trupulleikar av hálku í morgun, men tó so, so eiga fólk at verða varin tá tey koyra, sigur Árni Jacobsen.