Bilar standa fastir um alt landið

- Um ein ikki hevur sera týdningarmikil ørindi, so skal ein halda seg innandura, sigur Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverk

Nógvi kavin, ið er komin seinastu tímarnar, darvar sum vera man ferðsluni um alt landið.

 

- Um ein ikki hevur sera týdningarmikil ørindi, so skal ein halda seg innandura, sigur Bjarni Petersen.

 

- Ein lastbilur stendur tvørtur um vegin við Kvívík, og fleiri bilar standa fastir á Vestmannavegnum, sigur Bjarni Petersen, økisleiðari á Landsverki, við Rás 2, sum eisini sigur, at løgreglan hevur fingið fráboðan um, at bilar standa fastir í Havnini.

 

- Koyrilíkindini eru ring um alt landið, og allar maskinur vit hava tøkar, eru úti og grava um alt landið.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Bjarna Petersen, økisleiðara hjá Landsverki.