Tær flestu bilasølurnar í landinum eru meldaðar til løgregluna. Tað er Taks, sum stendur aftanfyri og orsøkin er, at skattavaldið metir bilasølurnar hava forbrotið seg á gomlu lógina um leigubilar. Eitt lógarbrot, sum Taks metir bilasølurnar hava gjørt við vilja.
Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, sigur við Miðlahúsið í dag, at hetta kom óvart á tey, tí eftir teirra tykki var hetta málið millum Taks og bilasølurnar avgreitt fyri fleiri árum síðani.
- Í 2016 gjørdu bilasølurnar eina semju við Taks um hetta málið. Vit mettu ikki tá, at vit høvdu gjørt nakað skeivt, men fyri at sleppa undan at brúka ovurhonds stóra orku upp á hetta málið, so gjørdu vit eina semju, og so hildu vit, at tað var tað, greiðir Sámal av Reyni frá.
Les eisini: Taks hevur meldað bilasølur til løgregluna
Men tað var tað so ikki. Tí nú hevur skattavaldið meldað flestu bilasølurnar til løgregluna. Taks vil onga viðmerking gera til málið í dag, men Sámal av Reyni greiðir frá, at Taks nú sigur, at semjan tey gjørdi á sinni ikki varð nøktandi. Hetta tí, at Taks nú hevur meldað bilasølurnar fyri, at tær hava brotið lógina við vilja. Tað merkir, at so skulu tær rinda tað dupulta av tí, sum Taks metir tær hava snýtt fyri, í bót. Sostatt merkir tað, at bilasølurnar skulu av við ta upphædd tær longu hava goldið í 2016, einaferð aftrat. Um also løgreglan finnir haldgóð prógv fyri lógarbrotinum.
Í 2016 rindaðu bilasølurnar tað upphædd, sum Taks metti tær hava snýtt fyri. Tær flestu bilasølurnar eru uppíblandaðar, tó summar hava rindað meir enn aðrar og tí kunnu koma til at rinda meir aftur í hesum umfarinum, um tær verða funnar sekar.