Bilbao vann aftur í Europa League

Athletic Bilbao vann í kvøld heili 4-2 á útivølli móti týska Schalke 04. Raul legði annars vertirnar á odda 2-1, men við trimum málum seinastu 18 minuttirnar vendu baskarnir uppgerðini.

 

Fyrru fjórðingsfinalurnar í Evropa League hava verið í kvøld. Í Týsklandi var fyrrverandi Real Madrid liðskiparin, Raul, í holt við at stjala yvirskrifturnar. Fyrst legði Fernando Llorente gestirnar á odda, men bara tveir minuttir seinni javnaði Raul. Tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal legði 34-ára gamli spaniólin týska felagið á odda við vøkrum flúktara uttanfyri brotsteigin.

 

Eina løtu var Schalke omaná og Raul var nær við at økja. Men seinastu 18 minuttir vísti Athletic Bilbao sama spæl, sum var við til at koppa Manchester United í umfarinum fyri. Fyrst stútaði Fernando Llorente eitt hornaspark í mál. Níggju minuttir fyri tíð legði Oscar de Marcos gestirnar á odda og í yvirtíðini staðfesti 19-ára gamli Iker Muniaín sigurin eftir gott skjótálop.

 

Atletico Madrid vann 2-1 á Hannover í Madrid. Falcao og Eduardo Salvio skoraðu fyri heimaliðið, meðan fyrrverandi Manchester United leikarin, Mame Biram Diouf, skoraði fyri týsku gestirnar. AZ Alkmar vann eitt sindur óvæntað 2-1 á Valencia, meðan Sporting Lisbon vann 2-1 á Metalist.

 

Europa League fjórðingsfinalur:

 

Atletico Madrid – Hannover 2-1

AZ Alkmar – Valencia 2-1

Schalke – Ath. Bilbao 2-4

Sporting Lisbon – Metalist 2-1