Fíggjarætlanin, sum nú er samtykt av býráðnum, javnvigar við 131,5 mió kr., sum er á leið tað sama, sum fíggjarætlanin fyri 2014 ljóðar uppá.
Rakstrarútreiðslurnar verða ætlandi 91,4 mió kr., og eru hetta 3 mió kr. meira enn í fjør. Sambært kommununi er hetta fyrst og fremst orsakað av lønarhækking og nýggjum og øktum tilboðum, sum býráðið hevur samtykt. Hartil er álagt kommununum við lóg at víðka tannlæknatilboðið upp til tey 18 ára gomlu.
- Á íløgusíðuni eru tað serliga tvær stórar verkætlanir, sum eru á skránni fyri 2015. Alneyðugt er at fáa vatnverkætlanina á Skála lidna skjótast til ber, soleiðis, at bæði vestari og eystari armur á Skálafjørðinum verður framtíðartryggjaðir við vatni. Spillivatnsætlanina vilja vit eisini fremja í verki, og í 2015 stendur Skála fyri tørni, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Samlaðu íløgurnar verða ætlandi 23,5 mió kr.
Skattaprosentið hjá kommununi verður framvegis upp á 22%. Barnafrádrátturin stendur í stað og er 5.000 krónur fyri hvørt barnið. Hinvegin hevur kommunan tikið avgerð um, at ansingargjaldið minkar 5%, og ætlandi verður hetta gjaldið lækkað meira komandi árini, verður sagt á heimasíðuni.