Bíligasti ferðaseðilin hjá Atlantsflog lækkar 100 krónur

Frá 1. november broytir Atlantsflog prísbygnaðin á ferðaseðlunum. Nýggi Lætt-ferðaseðilin verður 100 krónur bíligari enn bíligasti ferðaseðilin í dag, og tað verða altíð 200 krónur á muni millum Lætt og Hent.

Prísbygnaðurin á ferðaseðlunum hjá Atlantsflog verður grundleggjandi broyttur frá 1. november.

 

Nýggi bíligasti ferðaseðilin, sum eitur Lætt, verður 100 krónur bíligari enn bíligasti ferðaseðilin hjá felagnum í dag.

 

Tað sigur Andreas Sólsker, søluleiðari hjá Atlantsflog, við in.fo.

 

Samstundis verður ein fastur munur upp á 200 krónur millum Lætt og Hent á somu fráferð.

 

Prísirnir hjá Atlantsflog eru tó dynamiskir. Tað merkir, at prísurin á einari fráferð hækkar, so hvørt sum bíligastu ferðaseðlarnir verða seldir.

 

– Er stórur áhugi fyri einari ávísari ferð, so minkar talið av teimum bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan ferðaseðil, kann hann tí vera burtur, um tú bíðar ov leingi við at keypa hann. Soleiðis regulerar skipanin, sigur Andreas Sólsker.

 

Úr 798 krónum til Keypmannahavnar

 

Á lægsta prístrininum kostar sjálvur ferðaseðilin millum Vágar og Keypmannahavn 503 krónur.

 

Afturat koma flogvallargjøld upp á 295 krónur, so lægsti samlaði prísurin úr Vágum til Keypmannahavnar verður 798 krónur.

 

Hinvegin eru flogvallargjøldini úr Keypmannahavn til Vágar 266 krónur. Har er grundprísurin eisini er 503 krónur tann vegin, og tí verður lægsti samlaði prísurin 769 krónur.

 

Nøgdin av ferðaseðlum til lægsta prísin er tó ymisk frá fráferð til fráferð.

 

Kuffertið verður minni

 

Við Lætt-ferðaseðlinum er einki innskrivað viðføri við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við.

 

Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur á Atlantsflog og kappingarneytunum.

 

– Hjá okkum fært tú kortini eitt lítið kuffert við í bíligasta ferðaseðlinum, sum tú kanst hava sum handviðføri. Tað kanst tú til dømis ikki hjá hinum flogfelagnum, sum flýgur millum Føroyar og Danmark, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at hjá flogfelagnum, sum flýgur millum Vágar og Ísland, ber ikki til at broyta bíligasta ferðaseðilin.

 

Bíligasti ferðaseðilin hjá Atlantsflog kann hinvegin broytast móti einum gjaldi.

 

– Vit hava tað besta av báðum, sigur Andreas Sólsker.