Bill Gates á fimta plássi

Hóast hann seinastu12 árinin hevur verið mettur sum ríkasti maður í heiminum, so er Bill Gates langt ífrá ríkasti maður í heimssøguni. online-magasinið, QXO.dk, hevur gjørt eitt søguligt yvirlit, har ognirnar hjá tíðarinnar størstu ríkmonnum eru reguleraðar í mun til prístalið. Og á hesum yvirlitinum er Bill Gates einans á fimta plássinum.
Greiður vinnari í samanberingini er John D. Rockefeller. Amerikanski oljukongurin, sum doyði í 1937, hevur í dagskursi eina samlaða ogn upp á $ 200 mia, og er hetta fýra ferðir so nógv sum tað, ið Bill Gates sigst at eiga.
Nummar tvey á listanum er Andrew Carnegie (1835.1919), stovnari av U.S. Steel. Trý’ari er Cornelisu Vanderbilt (1794-1877), sum fekst við flutning á jarnbreytum og dampskipum, meðan John Jacob Astor (1763-1848) er nummar fýra á listanum. Og á fimta plássinum er altso Bill Gates, men við $ 50 mia er hann tó ikki at rokna sum nakar fátækur maður.