TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá føroyska U21-landsliðsvenjaranum, Bill McLeod Jacobsen, aftaná 0-1 tapið ímóti Aserbadjan á Svangaskarði fyrr í kvøld.
Bill heldur, at talan var um ein keðiligan dyst, sum lá til ein 0-0 javnleik. Hann heldur, at Aserbadjan er tað næstringasta U21-landsliðið, sum hevur vitjað í Føroyum. Men lítli munurin, sum er millum liðini er, at Aserbadjan hevur spælt nakrar venjingardystir, meðan dysturin ímóti Aserbadjan var tann fyrsti dysturin hjá tí nýggja føroyska U21-landsliðnum, og tað ergrar Bill. Hann er eisini sera harmur um 0-1 málið, har føroyska liðið ikki ruddar bóltin burtur.