Tá ið landsstýriskvinnan í mentamálum í morgun helt røðu í sambandi við, at royndarlaboratoriið FabLab læt upp, brúkti hon orðingina: »Lat tey øru sleppa framat«.
Rigmor Dam sipaði til, at tey, sum hugsa øðrvísi og ørt, hava staðið fyri stórum frambrotum í søguni, og slíkum fólkum hava Føroyar brúk fyri.
Les eisini: Rigmor: Lat tey øru sleppa framat
Løgtingsmaðurin Bill Justinussen var skjótur at viðmerkja til Rigmor Dam á Facebook: »Tit eru longu sloppin framat«
– Eg sigi tað við einum skálkabrosi. Hinvegin haldi eg, at okkurt at tí, tey í hesum valskeiðnum hava gjørt, er ørt. Broytingarnar í hjúnabandslógini, lógin um mismun á arbeiðsmarknaðinum, frágreiðingin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at »einsrætta< samfelagið fram móti kynsneutrala samfelagnum og so alt, sum hesi málini fara at hava við sær í framtíðini, sigur Bill Justinussen, tá ið hann verður spurdur, hvat hann sipar til, tá ið hann sigur, at »tey øru« eru sloppin framat.